
Eingin smittutilburður varð staðfestur mikudagin og skírishósdag. Hetta vísa tølini hjá landslæknanum.
Hetta merkir, at eingin smittutilburðir hevur verið staðfestur í Føroyum í tríggjar vikur. Tað var 12. apríl, tá smitta varð funnin í kanning hjá venjaranum hjá ukreinska hondbóltsslandsliðnum. Føroyar hava nú verið koronafríar í tíggju dagar. Eingin er smittaður í landinum síðani 24. januar - fleiri tilmæli standa við
Heimasíðan corona.fo skrivar, at 787 kanningar vórðu gjørdar mikudagin, og 336 kanningar vórðu gjørdar skírishósdag - samanlagt 1.123 kanningar. Nú eru 242.952 kanningar gjørdar tilsamans.
661 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 660 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Í løtuni er eingin smittaður, og eingin er í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald