Innanlands

Tríggjar virðislønir til føroyskt ferðavinnuátak

Á altjóða ECHO Awards 2021 hósdagin fekk átakið Remote Tourism, sum Sansir og Mensch høvdu ment fyri Visit Faroe Islands, tríggjar gullvirðislønir

2021-04-16 11:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hosdagin varð altjóða virðislønahandanin ECHO Awards hátíðarhildin á netinum.

Talan er um eitt tiltak, sum heiðrar original hugskot og einastandandi avrik, sum amerikanska Association of National Advertisers hevur staðið aftanfyri síðan 1929. Á ársins ECHO Awards fekk átakið Remote Tourism hjá Visit Faroe Islands heili tríggjar virðislønir, skrivar Dansk Markedsføring.

Í ár kappaðust átøk úr fleiri enn 20 londum um tær 71 virðislønirnar, sum vórðu latnar í 27 bólkum.

Remote Tourism, sum Sansir og Mensch høvu ment fyri Visit Faroe Islands, fingu tríggjar gullvirðislønir.

Talan var um eitt átak frá 2020, sum gjørdist væl umtókt, tá korona forðaði fólki í at ferðast. Umvegis heimasíðuna remote-tourism.com kundu fólk fara á talgilda rundferð í Føroyum.

[object Object]

Remote Tourism gekk fyri seg á tann hátt, at Visit Faroe Islands hevði lagt nakrar túrar til rættis, har ein ferðaleiðari vísti ferðafólkum runt í Føroyum, og síðani kundu fólk skiftast um at stýra ferðaleiðaranum og velja, hvønn veg hann skuldi fara. Alt hetta gekk fyri seg á netinum. Les meira um átakið her.

Sansir og Mensch vunnu gull í bólkunum "Best Campaign for Under $250,000", "Best Experiental", og "Travel & Hospitality".

Visit Faroe Islands skipaði fyri 22 talgildum túrum kring Føroyar. Seinasti túrurin var 17. juni 2020.

placeholder
placeholder