
-Hvussu trívast næmingar í fólkaskúlanum? Og hvussu nógv happing fer fram? Í januar verða næmingar í 5., 7. og 9. flokki spurdir um hetta. Talan er um somu kanning, sum er gjørd áður, tó er henda eitt sindur tillagað við fleiri spurningum. Nýggju spurningarnir snúgva seg um meira lærufrøðilig viðurskifti í skúlanum, soleiðis at til ber at kanna, hvussu ávís viðurskifti í skúlanum ávirka trivnaðin hjá tí einstaka barninum. Eins og seinast er kanningin talgild.
Soleiðis skrivar Skúlablaðið um nýggju trivnaðarkanningina, ið skal gerast í føroyska fólkaskúlanum.
Tað eru fýra ár síðan seinastu kanning. Tvær kanningar vórðu gjørdar frammanundan henni, sum varð framd síðst í 2018: Tær vóru í 2007 og 2015 Tað er Mentamálaráðið, sum hevur biðið um kanningina, og Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum ger kanningina.
Fylgibólkar eru settir at vera við í arbeiðinum. Væntandi verða fyrstu úrslitini tøk í mars mánaði og ein meira útgreinað frágreiðing verður liðug við skúlaársenda - tað vil siga í mai/juni.
Í kanningini frá 2018 kom fram, at 11 prosent av næmingunum eru fyri happing viðhvørt og ofta. Í 2015 var hetta talið 13 proset. Ringast stendur til í 5. flokki, skrivar Skúlablaðið.
- Svarprosentið var rættiliga høgt; 2020 næmingar í trimum árgangum tóku lut, tað svaraði til 89,5 prosent av samlaða næmingatalinum í hesum árgangum. Einstøku skúlarnir, sum tóku lut í kanningini, kundu fáa vita, hvussu støðan var á teirra skúla, um ynski var um tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald