Uttanlands

Troels Lund Poulsen til kong í kvøld

Hann staðfestir, at hann ikki megnar at skipa stjórn, og tískil verður nýtt kongaumfar

(Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

2026-05-22 18:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Formaðurin í Vinstra, Troels Lund Poulsen, hevur seinastu tvær vikurnar verið samráðingarleiðari, og hevur roynt at skipa stjórn við Liberal Alliance og Tey konservativu.

Men hann fær ikki stuðul frá Lars Løkke Rasmussen og Moderatunum og staðfestir í kvøld, at hann ikki megnar at skipa stjórn.

Tískil verður nýtt kongaumfar, har flokkarnir fyri triðju ferð eftir valið skulu siga kongi, hvønn tey peika uppá sum samráðingarleiðara.

Kongshúsið boðar frá, at Troels Lund Poulsen longu í kvøld kemur á vitjan hjá kongi. Hetta verður klokkan hálvgum átta.

Tað eru næstan tveir mánaðir síðan fólkatingsval var. Ongantíð áður hava stjórnarsamráðingar í Danmark tikið so langa tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder