Mentan

"Trom" á BBC í kvøld

Í kvøld fer BBC Four at vísa føroysku krimirøðina "Trom" – Komandi tíðina fáa bretskir hyggjarar høvi at síggja tveir partar av røðini hvørt leygarkvøld

Ulrich Thomsen í høvuðsleiklutinum sum Hannis Martinsson (Savnsmynd)

Ulrich Thomsen í høvuðsleiklutinum sum Hannis Martinsson (Savnsmynd)

2022-07-09 12:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

28. januar varð boðað frá, at bretska BBC eisini fór at vísa føroysku krimirøðina "Trom".

Røðin hevur verið tøk á Viaplay síðan 13. februar, og sæst hon nú eisini á heimasíðunum hjá Kringvarpinum og Danmarks Radio. Í kvøld verður hon so endiliga at síggja í bretskum sjónvarpi.

"Trom" verður víst á sjónvarpsrásini BBC Four, har tveir partar verða vístir hvørt leygarkvøld komandi vikurnar. Partur eitt og tvey verða at síggja á BBC Four klokkan 21 í kvøld.

Í vetur, tá tað varð kunngjørt, at BBC hevði tryggjað sær rættindini til at vísa føroysku krimirøðina, segði Helene Aurø, sølu- og marknaðarleiðari hjá REinvent Studios, sum hevur verið við til at framleiða krimirøðina saman við Kykmyndir og Truenorth soleiðis við miðilin Variety:

– BBC hevur víst nakrar av bestu norðurlendsku røðunum, sum nakrantíð eru framleiddar, og vit vóna, at "Trom" eisini fer at verða vælumtókt. Vit síggja veruliga fram til at vísa hetta fyri bretskum áskoðarum.

Sue Deeks, sum stendur á odda fyri keyp av sendingum hjá BBC, sigur við norðurírska miðilin News Letter, at Føroyar eru ein hugtakandi staðseting fyri eina krimirøð, og fegnast tey á BBC um at sleppa at vísa bretskum hyggjarum fyrstu føroysku krimirøðina.

– Tað verður ein øgiliga serstøk uppliving fyri BBC-hyggjarar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder