Mentan

Trompet- og orgulspæl í Havn og Hoyvík

Tvey kend, men ymisk donsk tónaskøld eru á skránni: Rued Langgård og Carl Nielsen

2022-10-13 08:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder


Týsdagin og mikudagin vera konsertir fyri trompet og orgul í kirkjum í høvuðsstaðnum. Tað organisturin Søren Johansen og kona hansara Dorthe Zielke, sum fara at spæla.

Søren hevur ofta spælt í Føroyum. Hann hevur verið fastur organistur til væl umtóktu konsertirnar “Ernst og vinfólk”, sum í nógv ár hava verið í Havnar kirkju á ólavsøku. Hann hevur eisini fyrr framført øll orgulverkini hjá Bach í Vesturkirkjuni.

Kona Søren, Dorthe, er trompetleikari við útbúgving fra Kgl. Danska musikkonservatoriinum.

Til konsertirnar í Hoyvíkar kirkju og í Havnar kirkju fara tey at spæla tónleik, og í orð og myndum at fortelja um lív og umstøður hjá tónleikaskøldunum. Myndir verða sýndar á stórskýggja og tónleikararnir siga frá.

Í Hoyvíkar kirkju er tónleikurin av Rued Langgård, og í Havnar kirkju av Carl Nielsen. Teir eru báðir kend tónleikaskøld, men við ógvuliga ymiskum lagnum, sum á hvør sín hátt eru sera áhugaverdar. Rued Langgård er kendur sum tað forfjónaða tónleikaskaldið, sum ikki varð viðurkent í síni samtíð. Carl Nielsen, var í síni livitíð alment viðurkendur sum eitt tað størsta tónaskaldið, Danmark hevur fostrað. Rued Langgård skrivaði tónleik, sum spratt úr tí romantiska tónleikinum, sum var spældur í tíðini undan honum. Carl Nielsen skrivaði tónleik, sum við sínum nýggja stíli peikaði frameftir móti tí modernistiska tónleikinum, sum hoyrdi framtíðini til.

Tvær konsertir gjørdar eftir sama leisti, men við heilt hvør sínum tónleiki. Konsertirnar vera í Hoyvíkar kirkju týsdag 18. oktober og í Havnar kirkju mikudagin 19. oktober báðar kl. 20. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder