2019-08-05 14:10
Fríggjadagin letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinumi Klaksvík, har listamaðurin Tróndur Patursson fer at sýna fram glas- og málningalist.
Fernisering verður fríggjdagin kl. 16 og tá fer Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur, at røða, og Rani Nolsøe syrgir fyri tónleikinum.
Umframt lættari ábit, verður eisini møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan.Til ber at vitja framsýningina allan august mánaða. Í sambandi við listaframsýningina, er møguligt longu nú, at bíleggja glasfuglar frá listamanninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald