Síðani nýggjasta tilmæli frá mynugleikunum í gjáramorugin, ið er rættliga kollvetandi fyri flestu økiini í samfelagnum, hevur Fólkakirkjan boðað frá, at ongar guðstænastu verða restina av mánaðinum. Harumframt hevur ein rúgva av samkomum boða frá avlýsing av møtum og øllum øðrum tiltøkum komandi tvær vikurnar ella til nýggj boð koma frá myndugleikunum.
Trúboðin skrivaði í gjárkvøldið, at enn var ikki endaligt yvirlit yvir støðuna kring landið hjá ymsu samkomunum innan Heimamissiónina. Men eitt av missiónshúsunum, ið fer at hava okkurt á skránni sunnudagin er Tabor á Toftum. Møtir og tiltøk eru annars eisini avlýst har, men Trúboðin hevur gjørt eina avtalu við Tabor um at senda beinleiðis harfrá hvønn sunnudag komandi vikurnar. Hetta verður stroymt á truboðin.fo, ið vísur á, at felagskapur er umráðandi - serliga í hesum tíðunum.
Í Tabor á Toftum hava tey í fleiri ár við góðum royndum sent síni møti beinleiðis á netinum. Vanliga er tað við áhoyrarum í , men hesaferð verður tað við tómum sali. Andrias Magnussen, aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini, kemur at hava taluna nú sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald