Uttanlands

Trump: - Allur heimurin flennir eftir okkum

- Vit geva okkara land burtur, um Kamala Harris og Tim Walz sleppa til valdið, sigur forsetavalevni við Fox News. Hann skýrir eisini valdagin, 5. november, sum tann mest umráðandi dagin í søguni hjá USA

2024-08-22 18:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld fer Kamala Harris formliga at siga ja til at vera demokratiskt valevni til amerikanska forsetavali í november. Hetta fer fram á síðsta degnum á demokratiska floksfundinum í Chicago, Illinois.

Har hava millum annað Barack Obama og Michelle Obama havt røður, har serliga síðstnevnda fanst at Donald Trump. 

Forsetavalevni hjá republikanaranum hevur sjálvandi ikki havt røðu fyri demokratunum, men fyrrverandi forsetin legði fyrr í dag ikki fingrarnar ímillum, tá hann tosaði við Fox News. 

Donald Trump segði í síðstu viku, at tað verður lættari at vinna á Kamalu Harris enn Biden. Tað er greitt í útsagnum hansara, at hann ikki heldur nógv av Harris og varafosetavalevinum Tim Walz.

- Vit geva okkara land burtur, um vit lata hesar báðar tápulingarnar sleppa framat valdinum. Allir heimurin flennir at okkum. Biden var óskikkaður - í roynd og veru ringasti forsetin í USA nakrantíð, men hetta er nakað heilt annað, sigur Trump við Fox News.

Í samrøðuni sigur republikanska valevni millum annað eisini, at 5. november er tann mest umráðandi dagurin í søguni hjá USA. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder