Donald Trump, forseti í USA, var ikki blíður, tá hann sat til morgunmat saman við øðrum leiðandi persónum í NATO.
Trump segði, at Týskland er “sera ósømiligt” og “ein fangi hjá Russlandi”, skrivar Reuters. Orsøkin til hørðu orðini hjá Trump er, at Týskland er fyri at gera russisku gassleiðina Nord stream2. USA og fleiri onnur lond í ES eru ímóti ætlanini. Nord stream 2 skal leiða náttúrugass úr Russlandi og inn í ES ígjøgnum Týskland.
Øll 29 NATO-londini eru í løtuni í Brússel og Trump nýtir møguleikan at vísa á, at tað ikki er rættvíst, at Týskland ger avtalur við Russland, meðan USA brúkar pening uppá at verða onnur NATO-lond ímóti Russlandi.
Donald Trump heldur eisini, at øll NATO-lond eiga at brúka tvey prosent av sínari bruttotjóðarúrtøku uppá verju. Meðan USA brúkar 3,57 prosent, liggur Týskland á 1,24 prosentum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald