Eftir ein stuttan steðg er enn ein hoyring um álopið á Kongressina 6. januar 2021 á skránni. Hesaferð verða nakrir av teimum mest høgravíðgongdu stuðulsbólkunum hjá Donald Trump, eitt nú Proud Boys og Oath Keepers til viðgerðar. M.a. hevur ein fyrrverandi Oath Keepers leiðari játtað at vitna og ljóðar, at hann fer at avdúka tætta sambandið millum bólkin og fyrrverandi forsetan, bæði undan álopinum og undir álopinum.
Oath Keepers verður mettur at vera ein hin mest høgravíðgongdi bólkurin í USA, hvørs endamál og grundarlag er at mótarbeiða almennu myndugleikunum og stjórnini. Hetta skal røkkast við m.a. terroratsóknum í amerikanska samfelagnum. Vitni, sum hava staðið hesum eins og øðrum bólkum nær, fara at greiða frá, hvussu tætt sambandið veruliga var millum umrøddu bólkar og Donald Trump og Hvítu Húsini. Her ikki minst leggja prógv fram um, hvussu tætt sambandið varð millum hesar í sambandi við tilrættaleggingina av álopinum á Kongressina.
Nú einans tvær hoyringar eru eftir, áðrenn kanningarnevndin, sum fevnir bæði um demokratar og republikanarar, fer at lata alt tilfarið víðari til m.a. løgmálaráðið, er spenningurin stórur, hvørt løgmálaráðharrin Merric Garland fer at taka tilfarið til eftirtektar og byrja eitt sakarmál móti Donald Trump fyri at hava gjørt set sekan í eini tí størstu brotsgerðini av øllum í einum demokratiskum samfelag, nevniliga at royna at fremja eina kvettroynd fyri at varðveita valdið.
Hóast stórur partur av republikansku veljarunum eins og politikarunum finnast at kanningarnevndini og siga, at hennara arbeiðið er ein herferð móti Donald Trump, so er framvegis ein stórur meiriluti av amerikanska fólkinum fyri, at ákæra skal reisast móti fyrrverandi forsetanum. Avgerðin liggur so einans í hondunum á sjálvum løgmálaráðharranum, sum higartil hevur valt einki at siga um málið. Eygleiðarar halda, at hann saman við FBI og CIA longu er í ferð við at gera sítt heimaarbeiði í málinum, og at tað innan ikki so langa tíð fer at koma okkurt alment út um arbeiðið hjá løgmálaráðnum.
Talan er sjálvandi um eina rættiliga stóra avgerð at taka hjá einum sitandi løgmálaráðharra. Fyri tað fyrsta skal hann til at meta um avleiðingarnar tað kann fáa at seta ein fyrrverandi forseta, sum framvegis hevur stóra undirtøku millum partar av samfelagnum, á ákærubonkin. Fyri tað næsta skal hann eisini taka hædd fyri teimum mongu prógvunum, sum nú fyriliggja um sambandið millum Trump og Hvítu Húsinum og teir bólkarnar, sum vóru um at fremja kvettið í Kongressini.
Tey, sum vilja hava løgmálaráðharran til at fara í rættin við Trump, vísa á, at vandi er fyri, at eitt líknandi álop kann endurtaka seg til eitt komandi val. Tey vísa eisini á møguleikan fyri, at Trump, verður hann ikki koyrdur í rættin, so kann hann stilla upp aftur til forsetavalið í 2024 og hvørjar fylgjur tað kann fáa fyri USA og heimin.
Stór byrða liggur á herðunum hjá Garland, sum varð settur í henda so týðandi sessin av Joe Biden, forseta. Um Garland er annars at siga, at hann varð skotin upp til dómara í Hægstarætti av demokratiska flokkinum nøkur ár herfyri, men republikanarar í Kongressini settu fót fyri valinum við tí grundgeving, at bert ein mánaður var til forsetaval. Nøkur ár seinni fekk Trump forseti grønt ljós frá somu republikanarum í Kongressini at velja sínar dómarar, hóast tað eisini varð beint uppundir val.
Um hetta telur við í avgerðini hjá Garland vita vit ikki. Hann hevur tó gjørt púra greitt, at hansara støðutakan í hesum og øllum øðrum málum, er politiskt óheft. Herfyri kom tó fram, at CIA og FBI rannsakaðu heimið og skrivstovuna hjá tveimum at næstu ráðgevum Trumps. Tað kann so vera ein ábending um, at okkurt er í gerð í løgmálaráðnum.
Til søguna hoyrir so eisini, at miðval verða í USA 4. november. Ein avgerð hjá løgmálaráðharranum henda ella handa vegin kann tí uttan iva hava týdning fyri úrslitið av tí valinum.
Tey, sum hava fylgt við í hesum álvarsmáli, vita, at spurningurin um júst sambandið millum Trump og vápnaðu høgravendu liðini, ið komu sær inn í Kongressina, kann gerast ein av hornasteinunum í einum møguligum sakarmóti móti Donald Trump. Og júst tað fáa vit helst meira at vita um í dag, tá kanningarnevndin kl. 18 setir hol á sjeyndu hoyring sína.
Flest allar amerikanska sjónvarpsrásir fylgja hoyringini og øll tey stóru dagbløðini so sum New York Times, Washington Post, New Yorker, fyri bert at nevna nøkur teirra, fylgja hoyringini frá byrjan til enda. Óvíst er tó um høgravenda rásin Fox News fer at fylgja hoyringini.
Fox News er ein av stóru sjónvarpsrásunum í USA, sum higartil hevur valt ikki at senda beinleiðis frá øllum hoyringunum. Rásin er kend fyri at stuðla Donald Trump.
Vert er eisini at merkja sær, at í seinastuni hava fleiri av næstu monnum Trumps játtað at vitna, nakað, sum fleiri teirra higartil hava noktað fyri. Ein teirra er høvuðsráðgevin hjá Trump, Steve Bannon, sum annars stendur til at fara í fongsul vil hann ikki vitna yvirfyri Kongressnevndini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald