Uttanlands

Trump: Avtalan um Grønland helst størsti fastognarhandilin nakrantíð

– Hvat halda tit um avtaluna, eg gjørdi um Grønland? Fekk tað fyri einki, segði amerikanski forsetin á valfundi í Georgia leygarnáttina.

Amerikanski forsetin, Donald Trump á veljarafundi í Georgia leygarnáttina (Mynd: Eric Lee/AFP/Ritzau Scanpix)

Amerikanski forsetin, Donald Trump á veljarafundi í Georgia leygarnáttina (Mynd: Eric Lee/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-18 10:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á veljarafundi í amerikanska statinum Georgie herfyri umrøddi amerikanski forsetin, Donald Trump trygdaravtaluna millum Grønland, Danmark og USA sum størsta fastognarhandilin nakrantíð.

– Hvat halda tit um avtaluna, eg gjørdi um Grønland? Fekk tað fyri einki, segði hann sambært Ritzau.

– Tað er helt størsti fastognarhandil, sum nakrantíð er gjørdur.

Seinastu árini hevur Trump ferð eftir ferð sagt, at hann ynskti at fáa Grønland á amerikanskar hendur, tí at tað, sambært honum, er umrøðandi fyri amerikonsku trygdina.

Síðst í september varð so ein nýggj trygdaravtala gjørd millum USA, Danmark og Grønland, og gevur avtalan m.a. USA loyvi at seta á stovn nýggjar herstøðir í Grønlandi.

Á einum øðrum veljarafundi í viku nevndi Trump eisini Grønland sum nakað, sum "Danmark átti" og "enn eitt ting vit kunnu leggja á okkara talerk".

Les eisini: – Eg hevði ikki sent herin til Grønlands



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder