Amerikanski forsetin, Donald Trump hevði ongantíð sent amerikanska herin til Grønlands.
Tað segði hann á veljarafundi í býnum Bullhead City í nátt, har hann talaði í umleið hálvanannan tíma.
Trump hevur áður sagt, at hann ikki kundi útiloka møguleikan at brúka hernaðarligt vald fyri at yvirtaka Grønland, men nú sigur hann, at tað hevði hann ikki funnið uppá.
– Eg fekk nógvar atfinningar frá "fake news"-miðlunum tá, segði Trump í nátt.
– Minnast tit, at tey hildu, at eg fór at senda her mín fyri at leypa á Grønland? Tað vildi eg ikki.
Amerikanski forsetin hevur seinastu árini tosað um at fáa Grønland á amerikanskar hendur, og hevur hann funnist at Danmark fyri ikki at gera nóg mikið fyri Grønland.
Stríðið um Grønland endaði við avtalu, sum varð undirskrivað 22. september av danska forsætisráðharranum, Mette Frederiksen, grønlendska landsstýrisformanninum, Jens-Frederik Nielsen og av Trump sjálvum. Avtalan viðurkennir m.a. Grønland sum part av danska ríkinum og staðfestir sjálvavgerðarrættin hjá grønlendingum. Les meira um avtaluna her.
Men undir røðu síni umrøddi Trump eisini Grønland sum nakað, sum "Danmark átti".
– Danmark átti tað, eitt sera gott land, eitt gott og vakurt land. Man tað er langt burturi, og vit liggja beint undir liðini á tí. Og tað er eitt stórt petti av land, sum er nógv størri enn Texas.
– Tað er bara enn eitt ting, vit kunnu leggja á okkara vakra talerk, legði Trump afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald