Eftir at senatið ógildaði neyðrættarstøðuna hjá Trump, hevur hann nú brúkt vetorættin hjá sær fyri fyrstu ferð. Hetta skrivaði hann undir uppá í gjár.
Tað var hósdagin, at ein meiriluti í senatinum atkvøddi fyri at ógilda neyðrættarstøðuna hjá Trump.
Republikanar hava meirilutan í senatinum, men umframt at allir demokratar atkvøddu fyri at ógilda neyðrættarstøðuna, atkvøddu eisini 12 republikanar við teimum. Endaliga úrslitið gjørdist 59 fyri og 41 ímóti.
Les eisini: Senatið ógildar neyðrættarstøðuna hjá Trump
Áðrenn atkvøðugreiðsluna hevði Trump eisini sagt, at hann fór at brúka vetorættin hjá sær, um meirilutin tók undir við at ógilda neyðrættarstøðuna.
Tað var í februar, at amerikanski forsetin lýsti neyðrættarstøðu. Hetta gjørdi hann fyri at fáa fígging til at byggja ein múr á markinum millum USA og Meksiko, eftir at kongressin noktaði at játta fimm mia. dollarar til endamálið.
Aftaná fleiri mánaðar við samráðingum var enn eingin semja funnin í málinum, og tí noyddist Trump at fáa fígging til múrin á annan hátt.
Men hóast Trump nú hevur nýtt vetorættin, merkir tað ikki, at ein múrur verður bygdur í næstum.
Tað er nevniliga gjørligt hjá kongressini at blokera avgerðina hjá Trump. Hetta kann tó bert henda, um tveir triðingar av kongressini atkvøða ímóti avgerðini.
Demokratiska forkvinnan í umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, segði í gjár, sambært TV2, at atkvøðugreiðsla um hetta verður 26. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald