Uttanlands

Trump fer at hitta Netanyahu

Í dag ferð ísraelski forsætisráðharrin at halda røðu fyri Kongressini, í morgin skal hann hitta Joe Biden forseta, og fríggjadagin vitjar hann Trump í Florida

Benjamin Netanyahu hevur talað fyri Kongressini tríggjar ferðir áður (Mynd: EPA)

Benjamin Netanyahu hevur talað fyri Kongressini tríggjar ferðir áður (Mynd: EPA)

2024-07-24 16:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin fer republikanska forsetavalevnið Donald Trump at hitta ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, boðar Trump frá á sínum egna sosiala miðli Truth Social.

– Síggi fram til at bjóða Bibi Netanyahu vælkomnan í Mar-a-Lago í Palm Beach, Florida, skrivar Trump og vísir til heim sítt í Florida.

Í dag skal Netanyahu tala fyri Kongressini, og í morgin skal hann hitta Joe Biden forseta í Hvítu Húsunum. Ein ráðgevi hjá Kamalu Harris varaforseta sigur, at Harris eisini skal hitta Netanyahu í morgin.

Tað varð síðst í mai, at boðað varð frá, at Netanyahu varð boðin til USA at tala fyri Kongressini. Innbjóðingin kom frá leiðarunum í Senatinum og Umboðsmannatinginum.

Tað er ikki ofta, at ein útlendskur leiðari verður boðin at tala fyri amerikonsku Kongressini, men hetta hevur Netanyahu longu gjørt tríggjar ferðir áður - seinast í 2015. Hann verður tann fyrsti útlendski leiðarin, sum hevur talað fyri Kongressini fýra ferðir.

Tað verður klokkan sjey í kvøld okkara tíð, at Netanyahu fer at tala fyri Kongressini. Fleiri demokratar hava longu boðað frá, at teir ikki ætla sær at møta upp, annaðhvørt orsakað av øðrum tiltøkum ella fyri at mótmæla kríggið í Gaza, skriva amerikanskir miðlar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder