Tá 92. Oscar-handanin varð hildin fyri gott tveimum vikum síðani, skrivaði suðurkoreanski filmurin "Parasite" søgu, tá hann gjørdist fyrsti filmur, sum ikki var á enskum, at vinna ein Oscar fyri "besta film". Hetta fall ikki í góða jørð hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump.
Á veljarafundi í Colorado í nátt, fanst Trump at Oscar-akademinum fyri at hava givið "Parasite" virðislønina fyri "besta film".
Les eisini: Oscar-virðislønirnar latnar: Suðurkoreanskur filmur skrivaði søgu
– Hvussu vánaligt var Academy Awards í ár? Sóu tit tað? Vinnarin var ein filmur úr Suðurkorea. Hvat fanin snýr tað seg um? segði amerikanski forsetin sambært Ritzau.
– Vit hava nóg mikið av trupulleikum við Suðurkorea, tá tað kemur til handilsviðurskifti. Og so geva tey teimum ársins besta film? Var hann góður?
Donald Trump legði síðani afturat, at hann sjálvur ikki hevði sæð filmin.
Trump goes off on the Oscars for giving Best Picture to Parasite because it's a South Korean movie pic.twitter.com/GUGKdExTbw
— Claudia Koerner (@ClaudiaKoerner) February 21, 2020
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald