Uttanlands

Trump gav Boris av grovfílini

Gjørdist í øðini tá Bretland loyvdi Huawei framat 5G-netinum

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-02-07 18:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Týsdagin í farnu viku tók Donald Trump, forseti, telefonina og ringdi til bretska forsætisráðharran, Boris Johnson, í London. Forsetin var í øðini, fortelja bæði amerikansk og bretskt embætisfólk, sum hoyrdu samrøðuna.

Orsøkin til øðina var avgerðin hjá Bretlandi um at loyva kinesisku fyritøkuni, Huawei, at vera við í útbyggingini av bretska 5G-netinum, skrivar Financial Times.

Stjórnin hjá Trump hevði helst sæð, at bretska stjórnin noktaði Huawei at sleppa at útbyggja í Bretlandi.

Eftir telefonsamrøðuna hevur varaforsetin í USA, Mike Pence, sagt, at Hvítu Húsuni gjørdi bretum greitt, hvussu ónøgd tey vóru.

Bretsk embætisfólk vórðu eftir øllum at døma bilsin yvir harða málburðin hjá Donald Trump í samrøðuni við forsætisráðharran. Tað er óvist, júst hvat Trump segði.

USA óttast sum kunnugt, at Huawei er ov nær knýtt kommunistisku stjórnini í Kina. Og at Huawei sum 5G-veitari kann brúka útgerðina til avlurtingar av loyniligum upplýsingum.

Dagin eftir bretsku avgerðina kundi týska blaðið Handelsblatt avdúka, at týska stjórnin hevur prógv fyri, at Huawei hevur samstarvað við kinesisku fregnartænastuna. Blaðið hevði tíðindini frá trúnaðarskjølum hjá týska uttanríkisráðnum, skrivar Ritzau frá AFP.

Les eisini: Bretland loyvir Huawei – við avmarkingum 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder