Amerikanski forsetin, Donald Trump, ætlar at hitta Kim Jong-un áðrenn februar mánaði er liðin.
Hesum boðaðu Hvítú Húsini frá í gjár, eftir at Trump hevði verið á fundi við einari norðurkoreanskari sendinevnd, sum var komin til Washington fyri at samráðast um kjarnorkuavdubbing á koreansku hálvoynni.
Hvar næsti toppfundurin millum Kim Jong-un og Trump verður hildin, verður kunngjørt seinni.
Tað eru sjey mánaðar síðani Donald Trump hitti Kim Jong-un á søguliga toppfundinum í Singapore, har teir báðir samdust um at "arbeiða fyri eina fullfíggjaða avdubbing av koreansku hálvoynni".
Tað er tó ógreitt, hvussu langt teir eru komnir við hesum, so tað er uppá tíðina, at skipað verður fyri einum nýggjum toppfundi, sigur António Guterres, aðalskrivari hjá ST sambært DR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald