Innanlands

Trump hevur nú yvir 100 valmenn

Og Harris hevur beint yvir 70. 270 er "gandatalið", sum man skal uppum fyri at gerast forseti í USA. Eingin sveiggj-statur er avgjørdur

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-11-06 01:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Valstøði í nógvum statum eru nú latin aftur, og so mikið nógvir statir - har rímiliga stórur munur er - eru nú "called": Annað valevni er skýrt vinnari.

Sí eisini: Valstøðini í fyrsta sveiggjstatinum latin aftur

Higartil hevur Donald Trump vunnið 101 valmenn og Kamala Harris 71 valmenn. Tað er 10-8 í statum.

TV2 hevur yvirlit yvir allar statir og uppteljing her

Eingin hevur tó vunnið nakað óvæntað enn, og ei heldur er nakar av teimum sjey sonevndu "sveiggj-statunum", har størst óvissa er um úrslitið, nær við at verða nóg nógv taldur upp.

Tó liggur Donald Trump til at vinna Georgia, sum gevur 16 valmenn, og sum demokratarnir vunnu í 2020.

Joe Biden vann eisini sín heimstat, Pennsylvania. Hann gevur 19 valmenn og verður helst heilt týðandi. Staturin lat aftur klokkan eitt føroyska tíð, so ógvuliga lítið er talt upp har - Kamala Harris liggur í løtuni til at vinna har.

Neyðugt er at røkka 270 valmonnum (Electoral Votes) fyri at gerast amerikanskur forseti. Tað er ikki at bera til at siga nakð greitt um tað fyrrenn út ímóti morgni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder