Uttanlands

Trump hevur tilnevnt dómara til hægstarætt

Valið fall á 53 ára gamla Brett Kavanaugh

Brett Kavanaugh og Donald Trump (Mynd: EPA)

Brett Kavanaugh og Donald Trump (Mynd: EPA)

2018-07-10 10:27 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í gjárkvøldið lokala tíð gjørdist greitt, at tað bleiv Brett Kavanaugh, sum varð tilnevndur til tóma stólin í hægstarætti í USA. Tað er Donald Trump, forseti í USA, sum tilnevnir dómarar til hægstarætt.

- Tað er ein heiður at kunna tilnevna Brett Kavanaugh til hægstarætt, segði forsetin á tíðindafundi í gjárkvøldið.

53 ára gamli Kavanaugh segði, at tað er uppgávan hjá einum dómara at “tulka lógin – ikki at smíða hana”, skrivar TV2.

Enn kann Kavanaugh ikki seta seg í tóma sessin, tí at amerikanska Senatið skal fyrst góðkenna hann. Republikanararnir hava ein lítlan meiriluta í Senatinum, og tí kunnu atkvøðurnar hjá moderatu republikanarunum avgera um Kavanaugh gerst hægstarættsdómari ella ikki.

Trump-umsitingin vónar, at nýggjur hægtsrættsdómari er góðtikin seinast í september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder