Hann hevur megnað at sigla millum skerini nú í fleiri ártíggju. Nú táttar tó í, og fleiri møgulig og sannlík sakarmál hótta fyrrverandi forsetan Donald Trump og harvið eisini royndir hansara at gerast valevni i hjá republikanska flokkinum til forsetavalið í 2024.
Kortini siga greinarar, at enn hevur einki bitið á hjá Trump, ið nú tykist vilja brúka hóttaninar um sakarmál til sín fyrimun og sum ein part av marknaðarføringini aftur at gerast forseti í USA. Hugtakið um at trýst elvir til móttrýst skal nú standa sína roynd.
Sambært Washington Post sær Donald Trump góðar møguleikar at kunna brúka málið um misbrúk av valstuðuli til at gjalda kvinnu fyri sex til sín fyrimun. Nógva umrøðan av einum máli frá 2016, sum eftir øllum at døma ikki fær veljararnar at venda sær móti Trump, kann tvørturímóti stuðla uppundir hansara valstríð halda tey, sum standa fyri valstríðnum hjá fyrrverandi forsetanum.
Tey fýra rættarmálini, sum kunnu skaða møguleikarnar hjá Donald Trump at verða valdur til forsetavalevni, eru øll undir sjóneykuni hjá rættarskipanini.
Løgmálaráðharrin Merric Garland, sum er fámæltur, sigur tó, at eingin er omanfyri lógini, heldur ikki fyrrverandi forsetar.
Talan er fyrst og fremst um álopið á Kongressina 6. Januar 2021. Har er ein kongressnevnd longu komin til ta niðurstøðu, at Donald Trump var upphavsmaðurin til álopið á Kongressina. Í løtuni verður tað málið kannað av einum serstøkum ákæra vegna Løgmálaráðið. Bíðað verður eftir, at hann letur løgmálaráðharranum sína niðurstøðu í málinum. Enn er heilt óvist, nær tað verður. Stóri spurningurin er, hvørja avleiðing tað kann fáa, at ein fyrrverandi forseti verður ákærdur og møguliga skal í fongsul. Hetta er so ikki hent áður í amerikanskari søgu.
Enn eitt sakarmál er spurningurin um uppringingina hjá Donald Trump til valmyndugleikan í statinum Georgia eftir forsetavalið, har Trump bað ovastan fyri valið um at finna ávíst tal av atkvøðum, sum tá kundi geva Trump sigurin.
Síðani er tað málið um skjølini, sum Trump ólógliga tók við sær til heimstaðin Mar-a-Lago í Florida, eftir valið.
Almenni ákærin í Manhattan, Alvin Bragg er kendasta navnið í USA í løtuni, nú tað er hann, sum avger, um Donald Trump skal ákærast fyri lógarbrot.
Loksins er talan um sexmálið í Manhattan, har ein almennur ákæri, Alvin Bragg longu hevur boðað frá, at ætlanin er at stevna Trump fyri rættin. Tó skal málið fyrst fyri eitt "Grand Jury" nevningating. Tann avgerðin er tó fyribils útsett skilst á Washington Post.
Í hesum máli hevur Trump latið eini kvinnu, Stormy Daniels, sum hann hevur havt kynsligt samband við, eina stóra peningaupphædd fyri at tiga. Hann hevur brúkt pening frá valstuðuli, sum ikki er loyvt.
Frammanundan hevur ein dómari í New York dømt fíggjarstjóran fyri hotelvirkseminum hjá Trump í fongsul.
Eftir øllum at døma er alt tað reina rót í mongum av viðurskiftunum, sum viðvíkja Donald Trump, og hetta er nakað, sum alt fleiri í amerikanska samfelagnum nú vilja hava steðgað.
Guvernørurin í Florida, DeSantis, sum verður mettur at vilja stilla upp til forsetavalið, hevur í seinastuni funnist at Trump, sum er nakað heilt nýtt, kortini sigur hann seg taka undir við politikkinum hjá Trump.
Mongu gitingarnar um sakarmál við møguligum fongsulsdómum móti Trump hava sett split í republikanska flokkin. Á hægsta stað í flokkinum verður Trump nú skuldsettur at misbrúka støðuna, nú hann herfyri heitti á sínar veljarar at fara á gøturnar og mótmæla møguligum rættarmáli móti sær.
Hóast leiðslan í republikanska flokkinum er sera varin ikki at leggja seg út við mongu milliónirnar av Trump stuðlum, so gerst støðugt meira greitt, at alt fleiri republikanskir politikarar hava vent Trump bakið, tí teir meta ikki, at hann er førur fyri at vinna flokkinum forsetasessin aftur um tvey ár.
Tað seinasta nýggja úr USA er, at sakførarnir hjá fyrrverandi varaforsetanum Mike Pence, nú ráða honum til kortini at vitna í rættinum í málinum um álopið á Kongressina, har hann noktaði fyri at taka ímóti boðum frá forsetanum um ikki at góðkenna valúrslitið. Hann hevur higartil sagt nei til at vitna.
Enn eitt bakkast fyri Trump er ein avgerð hjá dómara í Florida um, at sakførararnir hjá Trump í málinum um loyniligu skjølini skulu lata skjøl í málinum frá sær.
Um somu tíð frættist úr USA, at Joe Biden í næstum alment fer at boða frá, at hann stillar uppaftur til komandi forsetaval.
Keldur: Washington Post og CNN
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald