At amerikanski forsetin Donald Trump kemur á vitjan í Danmark er stórtíðindi í landinum við líka undir seks milliónum íbúgvum. Tað eru longu nógv, ið bera sína meining fram um, hvat Danmark skal nýta vitjanina til, hvat forsetisráðharrin Mette Frederiksen skal siga, o.s.fr.
Donald Trump hevur sína orsøk til vitja Danmark í tveir dagar, eftir at 73-ára gamli forsetin hevur verið í Póllandi. Á dr.dk nevna Philip Christian Ulrich og Sten Rynning fimm orsøkir til, hví Trump vil vitja landið.
Ein av hesum er Grønland, og sambært Jesper Steinmetz, ið leingi hevur verið korrespodentur hjá TV í USA, er júst Grønland høvuðsorsøkin. USA er sera áhugað í landinum, ið førir uttanríkspolitikk vegna Grønland.
(Steinmetz - her uttanfyri Hvítu Húsini - Mynd: TV2)
Grønland hoyrir geografiskt til Norðuramerika men politiskt til Evropa, og har kemur sambandið við Danmark inn. Undir Kalda Krígnum gjørdu amerikumenn ein flogvøll í Thule. Grønland hevði hermálsliga ein stóran týdning, og síðani hava kinverjar og russarar eisini sýnt artiska umráðnum vaksandi áhuga - hermálsliga og í mun til íblástur. Í USA hevur hetta givið stúran; um áhugin og ávirkanin frá Kina og Russlandi gerst ov stór, og tí fer Grønland og artiska økið at standa ovast á dagsskránni hjá Trump í Keypmannahavn, sigur Steinmetz. Donald Trump skal á vitjanini hitta Kim Kielsen, landstýrisformann í Grønlandi, og eisini Føroya løgmann, Aksel V. Johannesen.
Les eisini: Løgmaður skal hitta Trump
- Málið er at betra um handilsviðurskiftini við USA
Amerkianski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, skuldi vitja Grønlandi í mai, men fór tó ikki orsakað av støðuni við Iran. Ætlanin var, at tosa um møguleikarnir fyri at seta pening í flogvallir og annað í landinum. Talan var mest um hernaðarligar ætlanir, ið skuldu viðgerast. Fyrrverandi uttanríkisráðharrarar, Colin Powell, John Kerry og Hillary Clinton, hava í sínari vitja Grønlandi.
Danmark er ein trúgvur samstarvsfelagið hjá USA í NATO. Danmark fer komandi fimm árini at økja sína verjufíggjarætlan við 4,5 millaridum og harvið nærkast teimum 2 % av BTÚ, ið USA ynskir at NATO-lond skulu nýta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald