Amerikanski forsetin, Donald Trump, viðgongur, at hann hevur valt at minka um týdningin av koronavirus fyri ikki at skapa ótta í amerikanska fólkinum.
- Tað seinasta tú ynskir er at skapa ótta. Eg eldi okkara land, og eg ynski ikki, at fólk eru bangin, segði Trump í gjár.
Higartil eru yvir 190.000 amerikanarar deyðir við covid-19.
Les eisini: Talið á deyðum nærkast milliónini
Í gjár kom fram, at Trump longu fyrst í februar gjørdi kunnugt, at hann var greiður yvir, hvussu vandamikið og smittandi virusið er.
Tað kemur fram í upptøkum av samrøðum við Trump, sum eitt nú CNN hevur liggjandi. Á upptøkunum sigur Trump eisini, at hann tosaði vandan av virusinum niður fyri ikki at skapa ótta í fólkinum.
Upptøkurnar eru gjørdar í sambandi við eina nýggja bók hjá kenda journalistinum, Bob Woodward. Bókin byggir á 18 samrøður við Trump.
Republikanski forsetin, sum sambært demokratiska forsetavalevninum, Joe Biden, drálaði alt ov leingi við sínum atgerðum móti virusinum, segði í eini samrøðu við Woodward 19. mars, at hann tilvitað royndi at minka um týdningin av, hvussu vandamikið virusið er.
- Tí eg ikki vildi skapa ótta, sigur hann.
Í eini upptøku frá 7. februar kemur Trump eisini inná, at virusið kann smitta gjøgnum luftina.
- Tað fer gjøgnum luftina. Tað er verri enn við nerting. So tað er besnissað. Tað er eisini meira deyðiligt enn tann ringasta influensan, sigur forsetin í upptøkuni.
Alment sammetti Trump fleiri ferðir í februar og mars koronavirusið við vanligt krím.
Joe Biden skuldsetti í gjár Trump fyri at hava svikið amerikanska fólkið um koronavirusið.
- Trump visti tað og minkaði um týdningin av tí við vilja. Hann leyg fyri amerikanska fólkinum, segði Biden undir eini vitjan í Michigan.
- Og meðan henda deyðiliga sjúkan skar seg gjøgnum okkara land, fór hann skeivur í arbeiði sínum – í fullum vilja. Hetta er vansketni. Hetta er skomm, segði Biden.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald