Vanligt er, at borðreitt verður við fínum gourmet-mati og champagnu, tá amerikanski forsetin fær gestir. So var tó ikki í gjár, tá Trump tók ímóti fótbóltsliðinum Clemson Tigers.
Í sambandi við vitjanina hjá fótbóltsleikarunum hevði amerikanski forsetin borðreitt við m.a. McDonalds-burgarum, Cola light og kipsi.
Orsøkin til hetta er, at tænastufólkini í Hvítu Húsunum eru millum tey 800.000 alment løntu, sum eru ávirkaði av afturlatingini av almenna geiranum í USA, skrivar B.T.
Í staðin fyri at avlýsa vitjanina kom Trump við einari aðrari loysn: fast food.
"Mær dámar væl fast food. Teimum dámar tað eisini. So hví ikki?" segði Trump við miðlafólk stutt áðrenn leikararnir, sum nýliga høvdu vunnið árliga "College Football Playoff"-kappingina, komu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald