45,8 prosent av amerikanarunum siga seg vera nøgdar við Donald Trump sum forseta. Hetta er tað mesta síðan hann tók við sum forseti 20. januar 2017.
Hetta framgongur av eini samanteljing av fleiri veljarakanningum, sum netmiðilin FiveThirtyEyght hevur gjørt.
45,5 prosent søgdu seg vera nøgd við Trump sum forseta 23. januar 2017 – tríggjar dagar eftir at hann hevði tikið yvir sum forseti. Síðan hevur talið verið lægri, og eisini væl lægri. Heilt fram til seinasta fríggjadag, tá nøgdsemistalið fyri sitandi forsetan aftur kom upp á 45,5 prosent. Síðan tá er tað komið upp á 45,8 prosent í miðal samanteljingini.
Men Donald Trump er tó framvegis meira ópopulerur enn populerur hjá amerikanarunum, tí tað eru 49,7 prosent, sum siga seg vera ónøgd við sitandi forseta.
Vøksturin í nøgdseminum hesar seinastu dagarnar fellur saman við, at alsamt fleiri amerikanarar taka undir við átøkunum, sum Trump hevur gjørt í sambandi við koronavirus.
RealClearPolitics kannar dagliga hvat veljarin heldur um innsatsin hjá forsetanum, og fram til 19. mars var ein meiriluti, sum helt, at forsetin ikki gjørdi eitt nóg gott arbeiði. Men seinastu 12 dagarnar er rákið vent, og nýggjastu tølini vísa, at helmingurin av veljarunum eru nøgd við arbeiðið hjá forsetanum, meðan 46,7 prosent eru ónøgd.
Góðu tølini hjá Trump forseta liggja tó langt aftanfyri tað, sum eitt nú George W. Bush og Barack Obama kunnu vísa á í teirra forsetaskeiði, skrivar nrk.no.
Eftir yvirgangsálopið á USA 11. september 2001 søgdu heili 92 prosent, at tey hildu, at Bush forseti gjørdi eitt gott arbeiði.
Og Obama forseti fekk undirtøku frá 65,4 prosent av veljarum sínum stutt eftir at hann tók við sum forseti í januar 2009. Obama settist í forsetasessin mitt undir fíggjarkreppuni, og hetta vísir, at amerikanarar sum heild stuðla forseta sínum meira í krepputíðum.
Hóast tað gongur framá hjá Trump í veljarakanningum, so liggur hann framvegis aftan fyri demokratin Joe Biden, tá tað ræður um, hvønn amerikanarar fara at atkvøða fyri á komandi forsetavalinum.
Biden stendur í løtuni til at gerast forsetavalevni fyri demokratarnar á valinum 3. november.
Í eini kanning fyri ABC News og Washington Post fær Biden 49 prosent at atkvøðunum, meðan Trump fær 47 prosent. Hagfrøðisliga er hetta tó so tætt, at teir verða mettir at liggja javnir.
Tølini aftan fyri hesa kanning vísa, at Trump er munandi betri umtóktur millum egnu veljarar sínar, enn Biden er.
Bara 24 prosent av demokratiskum veljarum siga seg vera sera væl nøgdar vil Biden sum valevni. Hjá republikanarunum eru tað 53 prosent, sum taka fult undir við Trump sum valevni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald