74 ára gamli amerikanski forsetin, Donald Trump, er til reiðar at vera útskrivaður frá sjúkrahúsinum eftir at hann um vikuskiftið varð innlagdur við covid-19.
Hann segði seg vera væl fyri, men fyri at binda um heilan fingur, fór varð forsetin fluttur á sjúkrahús.
- Eg biði frálíka Walter Reed sjúkrahúsinum farvæl í dag klokkan 6:30 PM (hálvgun tólv føroyska tíð, red.). Eg havi tað gott. Ræiðst ikki Covid. Lat tað ikki taka yvir títt lív. Undir Trump-umsitingini er gott medisin og góð vitan ment. Eg havi ikki havt tað betri seinastu tjúgu árini, skrivar hann á Twitter.
I will be leaving the great Walter Reed Medical Center today at 6:30 P.M. Feeling really good! Don’t be afraid of Covid. Don’t let it dominate your life. We have developed, under the Trump Administration, some really great drugs & knowledge. I feel better than I did 20 years ago!
— Donald J. Trump (@realDonaldTrump) October 5, 2020
Læknarnir hjá Trump siga, at hann framvegis fer at fáa viðgerð heima í Hvítu Húsunum, men at teir er bjartskygdir um støðuna. Hann hevur ikki havt fepur í 72 tímar.
Les eisini: 200 fólk í smittuvanda eftir at hava luttikið á fundi við Trump
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald