Triðja dagin í hoyringini av álopinum á amerikonsku Kongressina 6. januar 2021 vitnaðu fleiri høgtstandandi embætismenn hjá Donald Trump og søgdu, at Trump royndi alt tað hann var mentur fyri at steðga góðkenningini av valúrslitinum í Kongressini. Tá allar royndir miseydnaðust, tí bæði dómstólar og embætismenn, sum høvdu eftirkannað valúrslitini, søgdu tey vera røtt og lóglig, royndi Donald Trump sum eina ta seinastu royndina at tvinga sín varaforseta, Mike Pence til at sýta fyri at góðkenna valsigurin hjá Joe Biden. Hetta hevði varaforsetin heimild til at gera, men hann valdi at gera beint ímóti boðunum frá sínum arbeiðsgevara, Donald Trump, at góðkenna valúrslitið sum rættvíst og lógligt og harvið varð ruddað slóð fyri Joe Biden at fara í Hvítu Húsini.
Vitni umrøddu tað ógvusliga álopið á Kongressina, eftir at mótmælisfólk og stuðlar hjá Trump, aktaðu boðunum um at leypa á bygningin og harvið seta bæði politikarar og onnur í vanda. Úrslitið av álopinum varð eisini, at fleiri løgreglufólk lótu lív. Tað var í síðstu løtu, at tað eydnaðist teimum hundraðtals politikarunum við varaforsetanum Mike Pence á odda at sleppa til rýmingar og fjala seg í trygdarhølunum undir Kongressini.
Tað var um reppið, at Mike Pence varð tikin av mótmælisfólkunum, sum skýrdu hann svíkjara og róptu við ein munn: “Hangið Mike Pence, hangið Mike Pence”. Og sambært vitnum, sum vóru saman við Donald Trump ta lægnuløtuna, helt forsetin sjálvur fyri, at tað var eitt gott hugskot at hongja svíkjaran Pence, sum í samfull fýra ár stuðlaði sín forseta í einum og øllum.
Tað kom eisini fram undir hoyringini, har Pence sjálvur ikki vildi luttaka, at hann undir góðkenningini av Joe Biden sum forseta, helt fyri, at tað var hansara skylda og ábyrgd at halda landsins lógir, og tað var í hesum føri at góðkenna forsetavalið. Hann vildi ikki vita av kravboðunum frá sínum forseta um at kolldøma valúrslitið vegna svik, tí eingi prógv vóru um svik.
Tað fekk Trump at úttala, at Pence var ein ræðuskítur og ein kloddi. Men varaforsetin lat seg ikki misbrúka ella yvirtala av Trump og stóð við sítt. Harvið var leiðin hjá Biden í Hvítu Húsini endaliga góðkend.
Víst varð eisini á undir hoyringini, at Mike Pence skal hava sagt, tá Trump royndi at sannføra hann um, at svikað varð við uppteljingunum, at um eitt slíkt mál fór víðari til Hægstarætt, tá hevði Trump tapt so dyggiliga við 9-0 atkvøðum ella við 7-2 atkvøðum.
Næstu menn forsetans hava undir hoyringini úttalað, at tað kendist so sum at Trump hevði útrópt seg sjálvan til bæði ákæra og dómara um somu tíð.
Fyri mong hevur avgjørda støðan hjá Pence verið kallað fyri “heroic”, nú hann undir so stórum trýsti frá sínum forseta valdi at fylgja lógini heldur enn einum forseta, sum eftir øllum at døma hevði mist jørðforbindilsið.
Hoyringarnar í Kongressini halda fram týsdagin og hósdagin í komandi viku. Og møguliga verður ein hoyring aftrat seinni aftur. Og hon verður helst beint undan miðvalunum í USA í november skrivar Washington Post í dag.
Endamálið við hesum hoyringum, sigur formaðurin í kanningarnevndini, er fyrst og fremst at kunna amerikanska almenningin og harnæst løgmálaráðharran Gerrick Garland, um, hvat veruliga fór fram rundan um álopið á Kongressina, og hvør stóð aftanfyri. Men eitt høvuðsendamálið er at forða fyri, at nakað líknandi kann henda aftur í USA.
Stórur spenningur er, um úrslitini av hoyringunum, fara at verða endavend á borðinum hjá løgmálaráðharranum, sum enn ikki hevur úttalað seg alment um málið men hevur gjørt greitt, at hann fylgir hoyringunum og fer at taka stig verður tað neyðugt.
Kanningarnevndin hevur sum so ongan myndugleika til at ákæra og enn minni døma Donald Trump fyri roynd at fremja statskvett í egnum landi. Men hennara drúgva arbeiði í meira enn eitt ár og samrøður við meira enn 1000 fólk og túsundatals videoupptøkur kann koma at viga tungt í eini møguligari avgerð hjá løgmálaráðharranum, antin hann skal ákæra Trump fyri lógarbrot og landasvik ella ikki. Millum flestu republikanarar er eingin ivi um, at Trump er púra ósekur og at hoyringarnar eru ein herferð móti fyrrverandi forsetanum og Republikanska flokkinum, framd av demokratunum. Hinvegin halda demokratar, at alt bendir á, at Trump var við at fremja kvett og harvið er sekur í einum veruligum brotsverki, tí mest ógvusliga lógarbrotinum í USA.
Tað er einki dulsmál, at tað er greiða støðan hjá kanningarnevndini, at Trump framdi ógvuslig lógarbrot, tá hann saman við øðrum royndi at birta uppundir eina kvettroynd, sum hevði við sær fleiri deyðsoffur.
Verður endaliga úrslitið av hoyringunum av slíkum slag, at til ber at fara víðari við málinum og so langt sum at ákæra Trump fyri lógarbrot av ringasta slag, tá er greitt, at málið kann fara at fáa stórar avleiðingar fyri eitt komandi miðval og ikki minst fyri forsetavalið um góð tvey ár.
Higartil eru hundraðtals fólk, sum vórðu við í álopinum á The Capitol og róptu fagnaðarróp fyri Donald Trump og Hang Mike Pence longu dømd fongsulsdómar, her m.a. fleiri í víðgongda høgrabólkinum The Proud Boys, sum hava verið fremstu stuðlar hjá Trump.
Tað er stórt tal av amerikanarum, við undantaki av nógvum republikanarum, sum halda, at Trump eigur at koma fyri rættin og verða dømdur fyri kanska størsta brotsverkið av øllum í einum demokratiskum landi: at royna at fremja statskvett. Hetta tí, at tað var hann, sum fyrst gjørdi seg sekan í eini lygn um, at valið varð stolið frá honum og harnæst at brúka somu lygn sum amboð til at birta uppundir øsing millum sínar trúgvastu stuðlar og við álopinum á The Capitol sum úrslit.
Portalurin, sum hevur fylgt hoyringunum higartil, fer at fylgja komandi hoyringunum eisini.
Keldur: BBC, Politiken, DR, NRK, Washington Post, CNN, MSNBC
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald