Innanlands

Trump skrivað undir løgskipan móti Twitter

Gevur honum møguleika at broyta skipanina, ið verjir teir sosialu miðlarnar

2020-05-29 07:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump, skrivaði í gjár undir eina løgskipan – eitt dekret – sum giver honum møguleika at broyta eina lóg, ið verjir sosialar miðlar.

Hetta hendi seinnapartin í gjár, lokala tíð, eftir at sosiali miðilin Twitter fyri fyrstu ferð setti eitt faktakekk-spjaldur á eina dagføring hjá forsetanum viðvíkjandi brævatkvøður. Ávarað varð um, at boðini hjá forsetanum kundu vera villleiðandi.

Les eisini: Trump legur eftir sosialu miðlunum 

Trump hevur, sambært Reuters, sagt, at hann fer at vraka lógina, sum verjir sosialu miðlarnar fyri ábyrgd fyri tað, sum brúkarar skriva.

AP skrivar, at løgskipanin gevur myndugleikunum møguleikar at gera nýggjar fyriskipanir fyri sosialu miðlarnar.

Hvørki Facebook ella Twitter hava gjørt viðmerkingar til málið. Mikudagin segði forstjórin í Twitter, Jack Dorsey, at Twitter ikki er dómari fyri sannleikanum, men at felagið framhaldandi fer at vísa á ósanna kunning viðvíkjandi valinum.

Sambært AFP heldur Trump forseti ikki longur, at sosialu miðlarnir eru nevtralir, men virka politiskt. Hann skuldsetir samstundis Twitter fyri at royna at ávirka komandi forsetavalið.

Sjálvur hevur Trump brúkt serliga Twitter nógv fyri at kunngera politikk sín og havast at sínum politisku kappingarneytum.

Formaðurin fyri felagsskapin hjá telduídnaðinum, Matt Schruers, vísir á tað løgna í, at Trump – við hesi lógarbroyting – gevur sosialu miðlunum nógv betri orsøk til at strika ella rætta ivingarsamar dagføringar, eitt nú tær hjá Trump sjálvum.

Boðini hjá Trump, sum fingu hetta serliga spjaldrið á seg, søgdu, at brævatkvøður føra til valsvik.

Undir boðunum varð eitt rópitekn sett á og ein bláur tekstur, har brúkararnir kundu fáa at vita ”meira fakta um brævatkvøður”.

Hetta leinki vísti til ein nýggjan tekst, har tað stendur, at forsetin ”av órøttum heldur uppá, at brævatkvøður kunnu føra til valsvik”. Sambært serfrøðingum er valsvik ikki vanligt í sambandi við brævatkvøður.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder