placeholder
Uttanlands

Trump: Størsti fíggindin kemur innanífrá

Herurin átti at verið settur inn, um "ørvitisknokkar frá vinstravonginum" órógva forsetavalið 5. november, sigur Donald Trump

Donald Trump, fyrrverandi forseti og núverandi forsetavalevni hjá Republikanarunum (Mynd: EPA)

Donald Trump, fyrrverandi forseti og núverandi forsetavalevni hjá Republikanarunum (Mynd: EPA)

2024-10-14 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi amerikanski forsetin og núverandi republikanska forsetavalevnið Donald Trump heldur, at mann átti at sett herin inn fyri at taka sær av "fíggindunum innanífrá", um teir órógva valið í november.

Tað sigur hann í sendingini "Sunday Morning Futures" á Fox News sambært Ritzau.

– Eg haldi, at størsti trupulleikin er tann fíggindin, sum kemur inni úr okkara egna landi. Tað er ikki eingongd fólk, sum eru komin inn og hava oyðilagt landið, sigur hann.

– Vit hava nøkur sera hervilig fólk, vit hava nøkur sjúk fólk, viðgongdar ørvitisknokkar frá vinstravonginum. Og eg haldi, at teir burdu verið lættari at handfara. Um tað gerst neyðugt við tjóðarhirðuni ella - um tað gerst veruliga neyðugt - við herinum.

Hetta segði Trump, tá hann varð spurdur um, hvussu hann væntar, at valdagurin 5. november fer at ganga fyri seg, eftir at amerikanski forsetin Joe Biden herfyri segði, at hann væntaði, at forsetavalið fór at vera frítt og rættvíst, men at hann ivaist í, at tað fór at ganga friðarliga fyri seg.

Les eisini: Biden stúrir fyri ófriði

Donald Trump hevur seinastu fýra árini hildið uppá, at valsvik var orsøkin til, at hann ikki varð afturvaldur í november 2020, og 6. januar 2021 lupu viðhaldsfólk hjá Donald Trump á Kongressina, har kongresslimir vóru savnaðir fyri formliga at góðkenna sigurin hjá Joe Biden.

Í samrøðuni við Fox News sigur Trump tó, at hann ikki væntar, at hansara veljarar fóru at órógva friðin á valdegnum.

– Nei, ikki tann síðan, sum velur Trump, sigur hann.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder