Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur í fleiri mánaðir noktað at mælt fólkið til at brúka masku ella munnbind, sum tað eisini verður rópt. Eisini hevur hann noktað sjálvur at brukt masku, hóast ovastu ráðgevarnir á heilsufakliga økinum hava mælt til júst hetta.
Sunnudagin segði hann eisini við Fox News, at hann ikki tekur undir við, at tað skal vera eitt krav.
11. juli vakti tað ans, tá Trump fyri fyrstu ferð varð sæddur við masku, tá hann vitjaði eitt hernaðarsjúkrahús í statinum Maryland. Í gjár legði hann eisini eina mynd út á Twitter, har hann sæst í masku.
Les eisini: – Tað er gott at vera í masku
– Vit standa saman í okkara roynd at vinna á ósjónliga kinavirusinum, og nógv fólk siga tað vera tjóðskaparligt at vera í masku, tá tað ikki er møguligt at halda frástøðu. Eingin er meira tjóðskaparligur enn eg, tykkara yndisforseti, skrivaði hann.
We are United in our effort to defeat the Invisible China Virus, and many people say that it is Patriotic to wear a face mask when you can’t socially distance. There is nobody more Patriotic than me, your favorite President! pic.twitter.com/iQOd1whktN
— Donald J. Trump (@realDonaldTrump) July 20, 2020
Hann er tó ikki komin við nakrari áheitan til fólkið um at dekka nøs og munn.
USA er tað landið í heiminum, sum er harðast rakt av koronafarsóttini. USA hevur skrásett fleiri tilburðir og andlát enn nakað annað land. Statirnir Florida, Texas og Kalifornia, ið eru fólkaríkastu statirnir, eru eisini millum tey harðast raktu.
Tilsamans hevur USA skrásett 3,9 mió. smittutilburðir og fleiri enn 143.000 andlát, sambært uppgerð hjá Worldometers.info. Landið hevur sostatt skrásett næstan tvífalt so nógvar tilburðir sum Brasil, ið er harðast rakta landið aftaná USA við 2,1 mió. tilburðum og 80.000 andlátum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald