Uttanlands

Trump tikin í eið seinnapartin

Klokkan 17 føroyska tíð verður Donald Trump tikin í eið sum 47. forsetin í USA

J.D. Vance og Donald Trump verða seinnapartin tiknir í eið sum ávikavist varaforseti og forseti (Mynd: EPA)

J.D. Vance og Donald Trump verða seinnapartin tiknir í eið sum ávikavist varaforseti og forseti (Mynd: EPA)

2025-01-20 11:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í dag føroyska tíð verður Donald Trump tikin í eið sum nýggjur forseti í USA.

Sum siðveja er, byrjar dagurin við gudstænastu í Washington. Tað verður klokkan 13.15 føroyska tíð. Síðani eru komandi forsetin og forsetafrúan, Donald Trump og Melania Trump boðin til drekkamunn hjá fráfarandi forsetanum Joe Biden og forsetafrúuni Jill Biden í Hvítu Húsunum.

Sjálv innsetanin byrjar klokkan 16.30. Hátíðarhaldið verður í Capitol Rotunda í Kongressbygninginum á Capitol Hill. Hetta er fyrstu ferð í 40 ár, at innsetanin av einum forseta verður innandura. Orsøkin er kuldi.

Les eisini: Innsetanin hjá Trump verður innandura

Donald Trump og J.D. Vance verða tiknir í eið sum ávikavist forseti og varaforseti klokkan 17, og síðani fer Trump at halda røðu, har hann væntandi fer at greiða frá sínum ætlanum fyri komandi fýra árini.

Klokkan 18.15 fer Joe Biden, tá fyrrverandi forseti, av Capitol Grounds-økinum, og klokkan 19.30 verður skrúðgonga við nýggja forsetanum og varaforsetanum til Hvítu Húsini. Seinni luttekur Trump í trimum ymiskum innsetanarveitslum.

Fleiri evropeiskir politikarar eru bodnir við til innsetanina seinnapartin. Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder