Uttanlands

Trump útsetir State of the Union-røðuna

Sleppur ikki á røðarapallin í Umboðsmannatinginum fyrr enn gongd er komin á almennu umsitingina aftur

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-01-24 06:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump, útsetir nú sína árligu State of the Union-røðu um støðuna í landinum, til núverandi kreppan um fíggjarlógina er av. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.

Røðan skuldi verið hildin týsdagin í Umboðsmannatinginum, men hesum hevur forkvinnan, demokraturin Nancy Pelosi, nú forðað fyri.

Í einum opnum brævi skrivaði hon, at demokratarnir, sum hava meirilutan í Umboðsmannatinginum ikki fara at geva neyðugu loyvini til at røðan kann haldast.

Partar av almennu umsitingini í USA hava nú verið stongdir í yvir ein mánaða, tí stóru flokkarnir, sum hava meirilutan í hvør sínum kamari í Kongressini ikki kunnu semjast um eina fíggjarlóg.

Pelosi vil tó fegin geva forsetanum orðið í tinginum, men tað verður so skjótt gongd er komin á statsapparatið aftur, skrivar Pelosi.

Trump rópti hennara boð fyri ’eina skemdargerð’, og segði, at hann fór at halda røðuna á øðrum stað. Seina í gjárkvøldið ljóðaðu so boðini, at røðan ístaðin verður hildin, tá gongd er komin á almenna USA aftur.

Senatið fer væntandi í dag at atkvøða um eitt nýtt uppskot til fíggjarlóg, men hóast tað verður samtykt, so verður ikki roknað við, at tað vinnur frama í Umboðsmannatinginum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder