Fyrrverandi amerikanski forsetin og republikanska forsetavalevnið Donald Trump sigur, at hann fer at góðtaka ein fongsulsdóm ella ein dóm, sum skal sitast við fótfjøtri, men tað verður ringt hjá almenninginum at góðtaka.
– Eg eri ikki vísur í, at almenningurin kann klára tað, sigur hann sambært Ritzau.
Tað var hósdagin, at Trump varð dømdur sekur í 34 ákærum, og dómur fellur í málinum 11. juli, og Trump hevur áður upplýst, at hann ætlar sær at kæra avgerðina. Hann er fyrsti fyrrverandi forseti í USA, sum verður funnin sekur í einum revsimáli.
Hvørjar avleiðingar Trump heldur, ein møguligur fongsulsdómur fer at fáa, sigur hann einki um.
– Tað er eitt óærligt og ósømiligt rættarmál. Veruliga avgerðin verður tikin 5. november av fólkinum (tá forsetaval verður, red.), og tey vita, hvat hendi her. Øll vita, hvat hendi her, sigur Trump, sum noktar seg sekan.
Les eisini: Donald Trump dømdur sekur í øllum ákærum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald