Uttanlands

Trump verið á val í Florida

3. november er miðskeiðisval í USA, har umboð skulu veljast til Kongressina, og amerikanski forsetin hevur longu brævatkvøtt.

Amerikonsku forsetahjúnini, Donald og Melania Trump tosa við miðlarnar eftir at hava greitt atkvøðu í Palm Beach í Florida (Mynd: Brendan Smialowski/AFP/Ritzau Scanpix)

Amerikonsku forsetahjúnini, Donald og Melania Trump tosa við miðlarnar eftir at hava greitt atkvøðu í Palm Beach í Florida (Mynd: Brendan Smialowski/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-25 14:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

3. november verður miðskeiðisval í USA, har umboð m.a. skulu veljast til Kongressina, og amerikanski forsetin, Donald Trump hevur longu greitt atkvøðu.

Hann og konan, Melania Trump atkvøddu í Palm Beach í heimstati teirra Florida, skrivar Ritzau.

Trump er ikki sjálvur á atkvøðuseðlinum, men 435 umboð skulu veljast í Umboðsmanantingið, og 33 av teimum 100 umboðunum í Senatinum standa fyri vali.

Republikanski flokkurin, sum Trump umboðar, hevur ein lítlan meiriluta í bæði Umboðsmanantinginum og Senatinum, men sambært fleiri veljarakanningum kann tað gerast torført hjá Republikanarunum at varðveita meirilutan í Umboðsmannatinginum.

Undirtøkan fyri Trump er eisini minkandi. Ein kanning frá Ipsos, sum bleiv almannakunngjørd í vikuni vísti, at Trump bert hevði undirtøku millum 31 prosent av veljarunum.

Les eisini: Undirtøkan fyri Trump er metlág í løtuni


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder