2020-11-04 00:07

Sitandi amerikanski forsetin, Donald Trump, er positivur um valið í dag. Stutt eftir at fyrstu valstøðini lótu aftur, var Trump klárur á Twitter.
WE ARE LOOKING REALLY GOOD ALL OVER THE COUNTRY. THANK YOU!
— Donald J. Trump (@realDonaldTrump) November 3, 2020
- Tað er gott út hjá okkum um alt landið. Takk fyri, sigur forsetin.
Og Trump kann fegnast - í øllum førum fyribils. Sambært nýggjastu úrsitinum hevur hann vunnið teir átta valmenninar í Kentucky. Tilsamans eru 538 valmenn at kappast um, og sostatt skulu 270 valmenn til fyri at vinna valið.
Fyrstu valhølini lótu aftur klokkan 23, og næstu tímarnar koma úrslitini inn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald