Uttanlands

Trump: Viðkomandi er næstan njósnari

Amerikanski forsetin vil vita, hvør gav varskógvaranum upplýsingar um umstríddu telefonsamrøðuna millum hann og ukrainska forsetan

Donald Trump (Savnsmynd: EPA)

Donald Trump (Savnsmynd: EPA)

2019-09-26 21:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin Donald Trump heldur, at viðkomandi, sum avdúkaði umstríddu samrøðuna millum hann og ukrainska forsetan fyri varskógvaranum er "næstan njósnari".

Tað segði hann í dag á fundi við amerikansku ST-sendinevndini. Endamálið við fundinum var at heiðra amerikansku ST-fólkini.

- Eg ynski at vita, hvør viðkomandi er, sum gav varskógvaranum upplýsingarnar, tí viðkomandi er næstan njósnari, segði hann, sambært Politiken.

- Tit vita, hvat vit plagdu at gera fyrr í tíðini, tá vit høvdu skil fyri njósnarum og sviki, ha? Vit plagdu at handfara slíkt eitt sindur ørvísið, enn vit gera nú.

Sambært varskógvaranum hevur Trump misnýtt vald sítt við at royna at fáa Ukraina at finna keðiligar upplýsingar um Joe Biden, sum var varaforseti undir Obama og er fremsta forsetavalevnið hjá demokratunum í løtuni.

Tað er hetta, sum er orsøkin til, at forkvinnan í Umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, hevur tikið stig til eitt ríkisrættarmál móti Trump.

Les eisini: Demokratar øtast inná Trump forseta

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder