Eitt av londunum í ríkisfelagskapinum hevur veruliga fylt nógv higartil í 2025 - her um leiðir og á stóra altjóða pallinum. Meðan grønlendingar síggja út at vera heilt sinnaðir at stríðast fyri størri sjálvsræði og loysing frá Danmark, so eru Donald Trump og onnur veruliga til reiðar at stríðast fyri at yvirtaka Grønlandi.
Um tað skal gerast við góðum ella illum tykist ikki heilt greitt eftir útsagnirnar hjá komandi forsetanum í gjár - útsagnir sum hava elvt til nógva røring og stórt kjak.
Les meira: Grønland í brennideplinum
Donald Trump staðfesti í fyrstu setu sínari, at hann vildi keypa GArønland. Hetta heldur hann fest um - tí tað hevur týdning, sigur komandi forsetin. Í gjár vildi Trump ikki vísa aftur, at hann fer at nýta hernaðarligt ella fíggjarligt vald fyri at fáa fatur á økjum sum Grønlandi (Mynd: EPA)
Samstundis stríðast danir fyri at ikki missa Grønland, sum hevur stóran týdning á ymsan hátt. Summir danskir politikkarar hava róð framundir, at um fólkaatkvøða verður um loysing í Grønlandi, skal ein fólkaatkvøða verða um spurningin í Danmark eisini.
Tað er helst eingin, sum kann sannførast um at stutta vitjanin hjá Donald Trump Jr. í Nuuk í gjár var taktisk.
Sí eisini: Trump yngri lendur í Nuuk
Sonur komandi forsetan í USA vitjaði ymisk støð í Nuuk - millum annað standmyndina av Hans Egede - heilsaðu uppá Trump-fjepparar, og gav annars eyðkendu reyðu kepparnar við boðskapinum "Make America Great Again" út.
Trump yngri tók eisini mynd saman við fleiri grønlendarum og legði hendan tekstin út á X saman við myndini - sum sæst ovast
- Grønland elskar Amerika og Trump. Ótrúlig fólk við einari øgiligari móttøku. Tey vilja bara sleppa at nýta nakað av sínum ótrúliga tilfeingi og lata seg sjálvi, land teirra og børn teirra blóma.
Donald Trump yngri kom við fylgi í flogfarinum hjá pápanum og lendi á nýggja altjóða flogvøllinum í Nuuk um 13 tíðina føroyska tíð týsdagin. "Trump Force One" fór úr grønlendska høvuðsstaðnum nakrar tímar seinni.
Trump Force One á nýggja altjóða flogvøllinum í Nuuk seinnapartin (Mynd: EPA)
(Myndir: EPA)
Tá Trump yngri kom heim var hann á stóru amerikansku sjónvarpsrásini Fox News. Har legði hann eftir Danmark - millum annað fyri rasismu móti grønlendska fólkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald