Innanlands

Trupulleikar við rottum á Tvøroyri

Kommunurnar hava ábyrgd av fyribyrging og týning av rottu, og heitt verður á borgarar um at boða frá, so skjótt sum rotta verður sædd og at vera við í felags átaki

2020-10-27 14:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinastu tíðina eru fleiri fráboðanir um rottu á sosialum miðum, har fólk vísa á trupulleikar av rottu á Tvøroyri.

Upplýsast skal, at og Tvøroyrar kommuna tekur trupulleikan við rottu í størsta álvara, og ger nógv fyri at týna rottu. Kommuna vil gera vart við, at tað er sera umráðandi, at ein og hvør, ið varnast rottu, uttan mun til hvar, eigur beinanvegin at boða kommununi frá, annaðhvørt umvegis tlf. 611085, ella á [email protected]

Kommunurnar hava ábyrgd av fyribyrging og týning av rottu bæði í bygdum sum óbygdum, og lógin áleggur somuleiðis kommunum at skipa fyri ókeypis týning av rottum. Tað merkir, at hvør einstakur, ið hevur trupulleikar av rottu, kann venda sær til kommununa um hjálp og samstundis fáa vegleiðing um, hvussu best verður byrgt upp fyri rottum.

Upplýsast kann, at Tvøroyrar kommuna hevur 194 rottukassar kring um í kommununi, sum regluliga vera eftirhugdur og fyltir við eitur eftir tørvi. Kommuna hevur allar størsta áhugan í at tína rottu, og er altíð sinna at eftirmeta tørvin á rottukassum og um mett neyðugt, útvega sær enn fleiri.

Fyri at koma trupulleikanum til lívs, mugu kommuna og borgari gera eitt felags átak at tryggja, at rottan verður týnd. Hetta kann gerast við niðanfyri ráðum, ið eru fyribyrgjandi fyri at rotta kemur inn á ogn tína.

  • Burturbein órudd og burturkast uttandura á ognini tíni.
  • Um tú hevur byggitilfar o.a. liggjandi uttandurða, stápla hetta upp við frástøðu frá lendinum og so langt frá bygningum sum gjørligt.
  • Lat ikki fóður og matleivdir liggja og sløðast uttandura.
  • Burturbein slógv og burturkast frá slakti til bingjuplássið.
  • Ansið eftir at ikki geva djórum,  hønum ella øðrum flogfenaði á ogn tíni ov nógv fóður, tí vandin fyri rottum er í slíkum førum er sera stórur.
  • Gevið ikki fuglum meiri enn etið verður ein dag. -Fá tær fóðurbretti til fuglarnar.
  • Haldi fóðurgoymslur og seyðahús ruddilig og undir skipaðum umstøðum.
  • TVEIT IKKI RUSK Í NÁTTÚRUNA !
  • Umvæl rivur og hol í bygningum.
  • Brúka ventilasjónsristir úr tilfari, ið rotta ikki sleppur ígjøgnum og fest tær væl.
  • Verj hol í veggjum og múrum til kaðalar, rør o.l. við høsnaneti ella plátu.
  • Lat hurðar og vindeygu til lofts- og kjallararúm, ið ikki verða nýtt, aftur.
  • Hav frárensl tøtt og umvæl brot skjótast gjørligt/beinanvegin

 

Upplýsast skal, at umhvørvislógin áleggur hvørjum einstøkum ognara í mestan mun, at avmarka livumøguleikarnar hjá rottu á ogn síni. Hetta merkir millum annað, at grundøki, hús og innleggingar, t.d. kloakk, skulu vera í so góðum standi sum yvirhøvur gjørligt. Harvið minka møguleikarnir hjá rottuni at fáa fastatøkur.

Umráðandi í stríðnum móti rottu eru tær fráboðanir,sum borgari gevur. Tí er tað sera umráðandi, at tann, ið sær rottu ella farvegin eftir rottu, beinanvegin vendir sær til Tvøroyrar Kommunu á tlf. 611085 ella á [email protected]

Sum nevnt, hevur tekniska deild 194 rottukassar standandi kring um í kommununi, sum aktingarmaður tekur sær av, í mun til at fylla gift á, og um mett neyðugt flyta hesar, ella seta enn fleiri kassar upp.

  • 45 kassar frá Kirkjubrekkuni og út til Froðba
  • 63 kassar frá Svalbarðsá og út til kirkjubrekkuna
  • 41 kassar frá Svaldbarðsá og í Trongisvági og yvir gjøgnum Líðina
  • 15 kassar í Øravík
  • 5 kassar upp í Rangabotni
  • 25 kassar kring um á havnarlagnum

Meira kann lesast um fyribyrging av rottu her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder