Innanlands

Trý fólk ákærd fyri at misbrúka gentu kynsliga

Drukku 17 ára gamla gentu so fulla at hon ikki megnaði at seta seg upp ímóti áganginum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-02-19 13:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í komandi viku byrjar eitt rættarmál í Føroya Rætti móti tveimum monnum og einari kvinnu í tjúgu-árunum, sum eru ákærd fyri neyðtøku og blygnaðarskemd móti 17 ára gamlari gentu.

Ógerðin fór fram á heystið í 2016, tá tey ákærdu drukku eina tá 17 ára gamla gentu fulla við eini ætlan at útnytta hana kynsliga.

Kringvarpið hevur fingið innlit í ákæruritið og kundi í dag greiða frá, at tey ákærdu fyltu rúsdrekka og ritalin í gentuna, so at hon at enda ikki kundi seta seg upp ímóti, tá tey fóru undir at lata hana úr og gera seg inn á hana.

Kvinnan og annar maðurin høvdu ”aðra kynsliga samveru enn samlegu” við 17 ára gomlu gentuna, og sama gjørdi hin maðurin, sum eisini hevði samlegu við gentuna, meðan hini hugdi at.

Maðurin, sum hugdi at, er eisini ákærdur fyri fleiri aðrar tilburðir av kynsligum slag. Í 17 førum hevur hann, gjøgnum sosialar miðlar, framt blygnaðarskemd móti ungum gentum við at senda teimum ónærisligar myndir og lokka tær til kynsligt samband aftur fyri pengar og lokka tær at senda sær avdúkandi myndir av teimum.

Føroya Rættur hevur sett seks dagar av til umfatandi rættarmálið, visti útvarpið hjá Kringvarpinum at siga.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder