Innanlands

Trý klipp og ein treytað frádøming

Fýra bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt í gjár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-28 12:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um middagsleitið í gjár var løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar í Kollafirði, og í hesum sambandi vórðu fýra bilførarar skrivaðir fyri at koyra ov skjótt.

Tríggir bilførarar koyrdu millum 107 og 111 kilometrar um tíman, og tað fingu teir klipp í koyrikortið fyri.

Fjórði bilførarin fekk treytaða frádøming fyri at koyra 115 kilometrar um tíman, har hámarksferðin er 80, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder