Eftir tilmæli frá serkunnleika landsins, vórðu tey flestu av starvsfólkunum í Mylnuhúsinum sett í sóttarhald hósdagin, og tískil hava hesi ikki verið í samband við onnur síðani hósdagin. Tað sama er galdandi fyri fleiri av børnunum í Mylnuhúsinum, sum hava verið í sóttarhaldi síðan fríggjadagin, boðar Klaksvíkar kommuna frá í morgun.
Øll foreldur í Mylnuhúsinum eru kunnað um støðuna og hava fingið boð um at vera heima, til nærri boð koma frá Landslæknanum um, hvør møguliga skal í sóttarhald afturat. Landslæknin tekur sær nú av málinum og tí, sum víðari skal henda fyri at fyribyrgja, at fleiri verða smittað.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur, at kommunan tekur hetta í størsta álvara.
- Tilburðirnir í gjár vórðu staðfestir hjá fólki, sum longu vóru í sóttarhaldi. Sostatt hevur smittan sannlíkt breitt seg minni, enn hon annars kundi gjørt. Tí hevur tað sera stóran týdning, at vit øll virða ásetingarnar í sambandi við sóttarhald og á tann hátt avmarka smittuvandan. Soleiðis hjálpa vit hvørjum øðrum á ein skilagóðan hátt, sigur Jógvan Skorheim.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald