2020-02-25 16:28
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Umsóknarfreistin til embætið sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi var úti á middegi í dag, og inn komu tríggjar umsóknir, skrivar hemasíðan hjá Fólkakirkjuni.
Tað verður kirkjuráðið í Nólsoy og kirkjuráðið við Havnar kirkju, sum koma at taka støðu til umsóknirnar og gera eina innstilling innan hálvan mars. Síðani er tað landsstýrismaðurin í kirkjumálum, sum útnevnir sóknarprestin.
Embætið sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi verður ætlandi sett 1. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald