Sum verða man fáa serliga heilsumyndugleikar og nógv onnur ymskar spurningar um, hvussu ein skal fyrihalda seg til coronavirusi, ið herjar í Evropa og kring so at siga allan heimin í løtuni.
Trygd fær eisini nógvar spurningar frá føroyingum, ið skulu uttanlanda í vár ella summar:
- Um tín ferð verður avlýst, av tí at ferðamálið er rakt av Corona-virusi, tekur avboðstryggingin við. Ferðin kann tó í fyrsta lagi avlýsast 14 dagar áðrenn fráferð, og tað er eisini ein treyt, at danska uttanríkismálaráðið mælir frá at ferðast til økið.
Soleiðis skrivar Trygd í fráboðan fyrrapartin.
Hetta vil siga, at um ein skalt ferðast seinni í vár ella í summar, so er tað ov tíðliga at avlýsa ferðina longu nú, í mun til at fáa endurgjald – eisini hóast tað í løtuni verður mælt frá at ferðast til økið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald