Innanlands

Tryggari karmar um dopingeftirlit í Føroyum

Sambært nýggjum lógaruppskoti hjá Jenis av Rana, fær landsstýrismaðurin heimild at góðkenna felagsskap, sum skal hava dopingeftirlit í Føroyum, umframt at sonevnd matchfixing verður revsað

Jenis av Rana (Savnsmynd)

Jenis av Rana (Savnsmynd)

2020-02-29 16:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur borið Løgtinginum lógaruppskot um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti.

Lógaruppskotið gevur landsstýrismanninum heimild at góðkenna felagsskap, sum skal hava dopingeftirlit í Føroyum. Talan er bæði um eftirlit við skipaðum ítrótti og vinnurekandi venjingarmiðstøðum.

Harafturat verður óreiðilig ávirkan á ítrótt – vanliga kallað matchfixing – revsað, verður lógaruppskotið samtykt. Matchfixing er, tá úrslitið av eini ítróttarkapping verður avtalað áðrenn. Endamálið er sum oftast at fáa peningaligan vinning.

– Fyrst og fremst er doping vandamikið fyri heilsuna hjá tí einstaka. Harafturat skaðar doping og óreiðiligar atferðir í ítrótti etisku virðini í ítróttinum og skeikla kappingina. So tað hevur stóran týdning, at vit fáa tryggari karmar um dopingeftirlit í Føroyum, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum.

Landsstýrið hevur seinastu dagarnar latið í alt 27 uppskot, nú freistin at lata Løgtinginum uppskot er farin.

– Uttanríkis- og mentamálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder