
Sambært lógini skal ársfrásøgnin annars latast inn í seinasta lagi fýra mánaðir eftir, at roknskaparárið er endað, men vegna koronstøðuna er hetta øðrvísi í ár.
Kringvarpið skrivar, at landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum hevur sett í gildi kunngerð, sum er galdandi til 1. januar 2021, um at víkja frá skyldum hjá fyritøkum á økinum hjá Tryggingareftirlitinum.
Nýggja kunngerðin loyvir tryggingarfeløgum, tvørgangandi eftirlønargrunnum og P/F LÍV, lívs- og pensiónstryggingarfelag, at lata inn ársfrásøgn fyri 2019 í seinasta lagi 31. juli í ár.
Í nýggju kunngerðini verður eisini staðfest, at fyritøkur skulu senda Tryggingareftirlitinum ársfrásøgnina uttan ógrundaðan steðg eftir góðkenning á aðalfundinum, skrivar kvf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald