
Fyrstu dagarnir hjá Talgildu Føroyar hava gingið betur, enn tey høvdu vónað, Nicolai Mohr Balle, verkætlanarstjóri.
Fríggjadag seinnapart høvdu fleiri enn 3.000 søkt um at fáa Samleikan, og fleiri enn 1.000 høvdu fingið hann útlflýggjaðan. Vangin verður eisini nógv brúktur. Tilsamans hevur Vangin fingið fleiri enn 10.000 “hits” um dagin.
Og tað er góða undirtøkan, sum er orsøkin til, at fólk í løtuni noyðast at bíða nakrar dagar fyri at fáa Samleikan útflýggjaðan. Tað stendur í eini fráboðan ovast á heimasíðuni hjá Samleikanum. Sambært verkætlanarstjóranum kunnu fólk vænta at bíða einar tveir-tríggjar dagar.
– Sjálvandi hevur tað ein serligan áhuga í byrjanini. Eg rokni við, at har verða fleiri, men tað fer sikkurt at taka eitt ár, áðrenn mann er har, sum vit vænta at vera, sigur hann.
Les alla ókeypis greinina í Blaðnum Vikuskifti, sum er nýggja blaðið hjá Portalinum, og sum kemur út hvønn leygarmorgun klokkan 7.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald