
Tað hevur í einari tíð verið arbeitt við at fáa eitt trýst- og viðgerðarkamar til Klaksvíkar, og nú er eitt slíkt klárt.
Hesum boðar Faroe Dive frá í kunningarskrivi.
- Eitt trýstkamar verđur brúkt í samband við undirvísing og m.a. sum trygd hjá kavarum. Harumframt kann kamarið eisini brúkast til ymiskar viđgerđir. Serliga verða trýstkømur brúkt innan sárviđgerđ, viđ ótrúliga góðum úrslitum.
Nú trýstkamarið í Klaksvík er til reiðar at brúka, kann tað tildømis avlasta skjótt 30 ára gomlu trýstkamarsskipanina á Landsjúkrahúsinum sum trygd hjá vinnukavarum, skrivar Faroe Dive.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald