
Tað var um klokkan hálvgun eitt leygarnáttina, at bingjuskipið Tukuma Arctica sleit við Skansabryggjuna í Havn, og endaði skipið við at liggja upp á tvørs við gronini út móti fjørðinum.
Les eisini: Tukuma Arctica sleit við Skansabryggjuna
Orsakað av illveðrinum, bar ikki til at flyta skipið í gjár, men fyrrapartin í dag varð Tukuma Arctica flutt uppá pláss aftur.
Av Tórshavnar Havn verður upplýst fyri Portalinum, at mann byrjaði at sleipa um tíggju tíðina í morgun, og at bingjuskipið var við kai hálvan annan tíma seinni.
Kavarar hava eisini verið niðri og kannað skipið í morgun, og tá vórðu tvey smá hol funnin omanfyri vatnlinjuna á bakborðssíðuni. Hetta verður so orðnað nú, sigur vakthavandi á Tórshavnar Havn, sum leggur afturat, at skipið ongan annan skaða hevur fingið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald