Innanlands

Tunlarnir høvdu góðar tríggjar milliónir í avlopi í fjør

1,3 milliónir bilar koyrdu gjøgnum Norðoyartunnilin í fjør – 950.000 gjøgnum Vágatunnilin

2020-04-29 19:13 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Partafeløgini Norðoyatunnilin og Vágatunnilin hava havt aðalfund, har roknskapirnir vórðu framlagdir.

Ársúrslitið í Pf. Vágatunlinum fyri 2019 gjørdist eitt avlop á 3,2 milliónir krónur. Umsetningurin  var  13,4 milliónir í 2019 og 14,7 milliónir í 2018.

Í Vágatunlinum koyrdu 952.300 akfør gjøgnum tunnilin, 55.436 fleiri enn í 2018, ein vøkstur á 6,2 prosent.  Hetta svarar til, at tað koyrdu 2.609 akfør í miðal hvønn dag. Til sammetingar koyrdu 2.457 akfør í miðal hvønn dag í 2018.

Úrslitið í  P/F Norðoyatunlinum varð eitt avlop á kr. 3,1 milliónir krónur.  Umsetningurin var 17,7 milliónir í 2019 og 19 milliónir í 2018. Í Norðoyatunlinum koyrdu 1.308.519 akfør gjøgnum tunnilin, sum er ein vøkstur á 6,4 prosent í mun til 2018, tá 1.217.826 akfør gjørdu nýtslu av tunlinum. Ferðslan í 2019 hevur verið 3.585 akfør um samdøgrið í miðal, í mun til 3.337 akfør í 2018.

Í nevndini fyri Vágatunnilin sita: Jens Kári Vilhelm, nevndarformaður, Dánjal T. Thomsen, næstformaður og Gunnvá á Lofti, nevndarlimur. Í nevndina fyri Norðoyatunnilin sita: Jens Kári Vilhelm, formaður, Heri M. Hammer, næstformaður og Johanna á Bergi, nevndarlimur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder