2018-07-29 17:48
Tunlarnir Norður um Fjall verða ikki framskundaðir, og verða gjørdir aftaná Hvalbiartunnilin. Tað staðfesti Aksel V. Johannesen, løgmaður, í ólavsøkurøðuni.
- Tørvur er á nógvum nýggjum tunlum. Tað má tó ikki vera soleiðis, at um vit ikki fáa fyrst, so skal eingin hava. Allir skulu gerast.
- Fyrst Hvalbiartunnilin, síðani tunlarnir norður um Fjall og síðani hinir. Hetta skal tó gerast við skili, og vit kunnu ikki gera allar í senn, segði hann.
Tingsetan er byrjað, og fyrsti tingfundur er á skránni mikudagin. Tá skal ólavsøkurøðan hjá løgmanni viðgerast. Eisini skal val av tveium limum og tveimum varalimum til Norðurlandaráðið vera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald